Í samsvari við hansara parallelu útbúgving sum mentanarfrøðingur hevur hansara deildi samleiki millum Norðurlond og Suðuramerika hjálpt honum at skapa eina tónleikaliga rødd, sum hugleiðir samleikan hjá menniskjum í hansara tónleiki.
Andras hevur skrivað tónleik síðan ungdómsárini, tá hann gav út sína fyrstu fløgu við tónlistaverkum á klaver (Ut, 2011) og vann eina altjóða kapping, sum var hildin av tungmálms-bólkinum Mastodon úr Atlanta.
Verk hansara eru framførd av listafólki so sum Ensemble EKA (FO) og Det Fynske Kammerkor (DK). Í 2023 var hann heiðraður, við virðisløn fyri kórverkið “Den blinde, røde orm”, á KORAL23 tónaskaparkappingini (Odense, Danmark).
Andras hevur eisini útgivið tónleik innan prog rock og popp undir navninum Andras Atlason. Hann gav út sína fyrstu rock-soloútgávu Atlantis (TUTL Records) í 2022, við konsertum í Brasil og Europa. Í 2023 og 2024 eru tvey nýggj stakløg, (“Við ótta og bivan” og “Uníssono”) givin út. Umframt at skriva tónleik, arbeiðir Andras Ellendersen sum tónleikaframleiðari, privatlærari og solistur.