Loading Events
Nær
29. mars 2026 kl. 15 - 16
Hvar
Listasavn Føroya

ANNA LOVISA MÝRI Á LISTASAVNI FØROYA

Anna Lovisa sigur soleiðis um konsertina:

“Eg fari at framføra nakrar róligar og kenslubornar sangir í einum hugnaligum umhvørvi, tit hava kanska hoyrt onkran av teimum úr sendingini Hoydalar. Við guitarspæli og einfaldari uppseting vóni eg at skapa eina inniliga og friðsæla løtu. Eg gleði meg at síggja tykkum 29. mars.”

Hjartaliga vælkomin!