Hvørt ár skipar Frelsunarherurin fyri árasølu, ið er ein samanrenning av Bingo, Basar og lutaseðlasølu. Vinningarnir eru bæði heimagjørdir og latnir frá fyritøkum, handlum og einstaklingum.
Møguliga verður tú hepni vinnarin av onkrum av góðu vinningunum, samstundis, sum tú stuðlar arbeiðinum hjá Frelsunarherinum.
Sølan av seðlunum eru býtt upp í tveir partar, og sjálvandi er ein ókeypis drekkamuður í steðginum.
Hetta tiltakið er fyri alla familjuna, og øll eru hjartaliga vælkomin <3