Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. august 2025 kl. 19 - 20
Hvar
Vesturkirkjan

Arkitekturur og symbolikkur

Spennandi fyrilestur hjá Eyðuni Eliasen, arkitekti, um arkitektur og átrúnarligar ímyndir í Vesturkirkjuni. Hoyr og lær um altar, kirkjuskip, dópsfunt og annað fast innbúgv í kirkjum. 
Eyðun Eliasen er 55 ár og hevur drúgvar royndir sum arkitektur. Síðani 2013 hevur hann rikið arkitektafyritøkuna EYA, sum hevur staðið fyri nógvum størri og minni arkitektoniskum arbeiðum í Føroyum, eins og hann hevur fingist við at miðla arkitektur, har symbolikkur, mynstur og jørildi hevur havt ein sentralan leiklut.

Aftan á er ein drekkamunnur við te, kaffi og onkrum søtum afturvið