Loading Events
Nær
07. mars 2026 kl. 16 - 18
Hvar
Gallarí Havnará
Prísur
Ókeypis atgongd

Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará

Hansara myndir myndprýða veggir víða um, og hevur hann selt til m.o. Krúnprins Frederik og Prinsessu Mary, niðurlendska konsulátið í Danmark og Listasavn Føroya.
Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri i náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.
Tá Vegghamar málar er tað ikki vanligar natúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúruni. Somuleiðis er hann seinnu árini farin undir at gera víðka sín listarliga sjónarring, og málar eitt nú sjálvsmyndir, portrettir og kettumyndir.
Ferinisering verður fríggjadagin 27 feb kl 16.00-18.00, øll eru vælkomin. Framsýningin er opin hvønn dag fram til 8. mars frá kl. 16.00 til 18.00