Loading Events
Nær
20. februar 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 160

Ása – Ronja – Alto

ASA – sveimandi melankoli og beinraknir tekstir
ASA er føroyska songkvinnan Ása Helena Brynjarsdóttir, sum bjóðar lurtaranum inn í eitt kensluborið og nærverandi univers. Við rørandi rødd og beinraknum tekstum skapar hon eitt sveimandi, melankolskt indie-rock ljóð, sum ber dám av nostalgi og inniligheit.

Tónleikurin er bæði viðkvæmur og sterkur í senn, og rúmið verður fylt við einum heilt serligum stemningi, tá hon stendur á pallinum saman við hennara bólki:

Ronja – bara hon og guitarurin
Ronja er spildurnýtt navn á føroyska tónleikapallinum, men hon hevur longu prógvað sínar dygdir sum ein eminentur sangari og sangskrivari.

Hon hevur nógv uppá hjarta og skrivar bæði sárbærar og bersøgnar tekstir. Løgini eru fangandi, og ljóðið hevur nakað gandakent yvir sær. Hóast hon vanliga hevur eitt sterkt toymi aftanfyri seg, velur hon hesaferð at standa einsamøll á pallinum.

Bara hon og guitarurin. Nakað sum ger framførsluna enn meira erliga. Og enn meira nærverandi.

ALTO – orka, veitsla og felagsskapur
Har ASA og Ronja draga okkum inn í tað inniliga og persónliga, koma ALTO við reinari orku.

Drivnir av huginum at skriva og spæla góðan tónleik skapa teir eitt serstakt ljóð, tí allir limirnir hava ymiskan tónleikasmakk og ymiskan íblástur. Tað hoyrist. Og tað merkist.

Tá ALTO spæla, er tað ein veitsla. Orkan er smittandi, og tað er umráðandi fyri teir, at áhoyrararnir eru partur av veitsluni.