ASA stovukonsert í hjartanum í Havnini
Við síni livandi rødd og beinraknu tekstum bjóðar hon lurtaranum inn í sítt kensluborna univers, har hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum, og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu, og hvussu man er vaksin.
Hon hevur verið virkin sum sangari og sangskrivari í fleiri ár, fyrst í Danmark og síðan 2018 í Føroyum.
Nú verður høvi at lurta eftir ASU á hugnaligari stovukonsert mitt í Havn eitt mánakvøld í juni. Kaffi, te og køkur er íroknað atgongumerkjaprísin.
Vilt tú hava ein forsmakk? Lurta eftir ASU live her:
Konsertin er stuðlað av Økistónum.