Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. juni 2025 kl. 10 - 17
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

Avmyndan av verkum eftir listamannin Hans J. Glerfoss í Perluni

Myndatøkan verður í Perluni, har eitt fotostudio verður sett upp til endamálið. Tað er Kristfríð Tyril, ið stendur fyri myndatøkuni.

Hetta er triðja skipaða myndatøkan og higartil eru yvir hundrað verk avmyndaði og ynskiligt er at fáa enn fleiri.

Eigur tú ein ella fleiri málningar ella onnur verk, eftir listamannin Hans J.Glerfoss, hevði tað glett okkum, um tú vildi sýnt okkum ta vælvild at lánt okkum málningar og onnur verk til avmyndan.

Tit kunnu seta tykkum í samband við Hansu M. Glerfoss á tlf 28 32 77 og gera nærri avtalu um, hvat og hvussu.

Ætlanin og vónin er at savna so nógvar málningar til ber. Jú fleiri, tess betri, tí tilfarið skal brúkast í heildarlýsingini av lívslistini hjá listamanninum frá byrjan til enda.

Úrveljing av myndum verður síðan gjørd, ið seinni skulu brúkast í eini bókaútgávu um lívið og listina hjá listamanninum, Hans J. Glerfoss.

Við vón um vælvild og ynski um góða undirtøku.