B36! 90 ÁR
Føðingardagin fara vit at halda við einari stórari veitslu á Hotel Føroyum við góðum mati, stuttligum borðhaldi, og lívligum dansi. Við sangi, røðum, framførslum og undirhaldi fara vit ein túr oman eftir memory lane og minnast nøkur av teimum mongu søguligu hæddarpunktunum, sum hava verið hesi 90 árini. Hetta verður ikki same procedure as every year!
Freistin at keypa atgongumerki er 9. mars. Kostnaðurin kr. 995,- og hvílandi limir fáa avsláttur.
Keyp atgongumerki á heimasíðuni, til aðalfundin 18. februar ella við at seta teg í samband við Sólvá á 913536 ella solva@b36.fo.
