Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. apríl 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið

BAKKA

Høli: Høllin
Longd: 90 min.

Bakkafrost fegnast um at kunna bjóða tær til ókeypis sýning av dokumentarinum ”BAKKA”. 

Seinastu tvey árini hevur journalisturin Óluva Zachariasen saman við myndafólki fylgt nøkrum av eldhugaðu starvsfólkunum hjá Bakkafrost. Burturúr hesum er ein dokumentarur gjørdur, sum gevur eitt serligt innlit í, hvat Bakkafrost ger og gerandisdagin hjá leiðslu og starvsfólkum – líka frá røkt av íleggjarum til røkt av laksi. 

Sýningin er ókeypis, men fyri at tryggja tær pláss mást tú bíleggja tær atgongumerki. 

Sí forfilmin: BakkaDok Trailer – YouTube

Fyriskipari av tiltakinum: Bakkafrost