Loading Events
Nær
27. juni 2026 kl. 15 - 18
Hvar
Gallarí Havnará

Bárður Dal Christansen í Gallarí Havnará

Um eingin annar heimur bíðar næst, er spurningurin ikki, hvat so kemur, men hvat vit gera við tað?
Vit tosa um eydnuna, sum um hon liggur beint har, sum nakað vit kunnu røkka, um vit bara halda á at flyta okkum.
Men hvat hendir, um vit steðga áðrenn?
Um vit ikki renna?
Men venda okkum móti tí, vit longu standa í – ella kanska bara velja ein heilt nýggjan veg?
Vit bíða ofta eftir, at tað verður betri. Alt hevur verið betri, og samstundis verður alt betri. Men „betri“ flytur seg, meðan vit bíða.
Kanska er spurningurin ikki, nær tað verður betri.
Kanska er spurningurin, um vit yvirhøvur skulu bíða.
Leygardagin 27. juni kl. 15.00 letur ein nýggj framsýning upp í Gallarí Havnará.
Ferniseringin byrjar við einari serligari skrá við framførslum frá kvinnukórinum Cantabile, orðum frá Bartali Augustinussen, live-setti við Silvurdrongi og Torleiki Mortensen og DJ-setti við Brynjolfi.
Skráin er umleið 40 minuttir.
Sjálvandi verður eisini okkurt gott til góman og í glasið.
Tað hevði glett meg at sæð teg til eina hugnaliga og øðrvísi løtu saman við list, tónleiki og góðum práti.
Tað verður ein góður dagur.
Næstan líka góður, sum allir hinir.