Leygardagin 7. desember kunnu børn í øllum aldursbólkum fara forbí Margarinfabrikkini til tiltakið Barnajól.
Fabrikkin hevur opið hús frá 11:00 til 16:00 fyri børn, ung og vaksin. Øll eru vælkomin at ganga runt í fabrikkini og hyggja og luttaka í ymisk ítriv. Bæði fabrikkin og Posthúskjallarin fara at halda ymiskar verkstovur, sosum at gera síni egnu bomm, ger okkurt í leiri, tónleikaframførslur, og enntá eina vælveruverkstovu, har man kann fáa penar negl.
Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at tekna seg áðrenn.
Øll eru hjartaliga vælkomin!