Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. apríl 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 85 – 185

Barnakonsertin 2025

Høli: Høllin
Longd: 60 min

4.000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum og í Varpinum.

Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen sigur frá ævintýrinum Veiða Vind. Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.

Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum tit hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. 

Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Komponistur: Kári Bæk
Søga: Rakel Helmsdal
Tekningar: Janus á Húsagarði
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen

Kostnaður
Vaksin: 185 kr.
Børn 12 ár og yngri: 85 kr.

Hóskandi til børn 3 ár og eldri