Loading Events
Nær
7. november 2026 kl. 17 - 17:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 260

Beinir á Reinsarínum (Eykakonsert)

Áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina inniliga og persónliga konsert við bæði eldri og nýggjum tónleiki hjá Beinir. Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í sínum reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.
Beinir er aktuellur við nýggjum tónleiki – bæði einsamallur við EP’ini “The End or Beginning Of Us” og sum partur av føroyska bólkinum Tøgn við lagnum “Eingi orð”. Tøgn hevur eisini vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri staklagið “Kamarið”.
Beinir hevur havt vind í seglunum í Danmark og Føroyum, síðani plátan “Greener” kom út í 2024. Hann hevur verið á Top-10-listanum í donskum radio, fingið tvær FMA-virðislønir – ársins lag fyri “Romeo” og áhoyraravirðislønina.
Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og í DR’s Store Juleshow.
Restin av limunum í Tøgn vera gestir til allar fýra konsertirnar.