Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. mars 2025 kl. 20:30 - 20:31
Prísur
DKK 150

Benjamin Rajani útgávukonsert (FO)

Í mars 2025 útgevur Benjamin sína debut heildarútgávu “Tá hvørt ljós líkist tær”. 12 føroyskir sangir eru á útgávuni, og tríggir teirra eru longu útgivnir sum stakløg: “Royni enn at gloyma”, “Mánakvøld”, og “Lívsins balkong”. Hesi stakløgini hava verið væl móttikin, og hava millum annað ført til eina grein í stóra danska tónleikablaðnum GAFFA, umframt eina samrøðu og avspælingar á DR P5.

Heildarútgávan er ein ambitiøs verkætlan sum Benjamin hevur arbeitt uppá í meir enn fýra ár. Hon er framleidd í Keypmannahavn av navnframa Esben Svane (Kalaset, Hjalmer, Beinir). Sangirnir snúgva seg m.a. um kærleika, nostalgi, vinarbond og hjartasorg. Tónleikurin á plátuni hevur ein serligan 60’ara dám, við strúkara- og blásaraútsetingum ið eru inspireraðar av The Beatles og The Beach Boys. Strúkarar og blásarar vera eisini við á konsertferðini hjá Benjamin og bólkinum, sum koma úr Keypmannahavn heim til Føroyar at framføra nýggja tónleikin. Fyrsta konsertin verður í Reinsaríinum, sama dag sum heildarútgávan kemur út – 28. mars

Manningin er:
Benjamin Rajani: Gittar, sang
Jónas Gaard: Gittar, banjo, el gittar
Aksel Remmel: Klaver
Hjørtur Háberg: Trummir
Ari Seward: Bass

Jónas Gaard (Farin, Hon er mítt heim) hitar upp til konsertina.
Møguligt verður at keypa nýggju plátuna hjá Benjamin Rajani á vinyl.
Í ummæli av konsertini, Benjamin hevði á G! Festivalinum í 2023, skrivaði KVF: “Benjamin hevur veruligan X-factor, ið er trupul at seta orð á… eitt huglag, ein sjarma og ein grundleggjandi musikalitetur.”