Tann dagin koma í minsta lagi tríggir tónleikarar í Sirkus at framføra nýggj verk, sum eru skapt burturúr ljóðførum úr savninum. Tú kemur í øllum førum at uppliva Sigmund V. P. Zachariassen, Heðin Z. Davidsen og Lasse Thorning Jæger.
Vit taka eitt gott úrval av ljóðførum við oman í Sirkus – og øll vera vælkomin at sleppa framat, trýsta á okkurt og spæla uppá tingini, um ein hevur hug. Kanska verður lagt upp til Føroya fyrsta Biblio-Tekno & Goodies Jam, har tað disharmoniska og órútmiska er líka nógv vert, sum tað harmoniska og rútmiska.
Hetta kvøldið byrja vit at geva aftur til lánið av ókeypis ljóðførum.
Vilt tú fáa lykil til Finsens at síggja savnið og evt læna okkurt? Skriva til Sirkus ella Sunnevu.