Loading Events
Nær
16. apríl 2026 kl. 22 - 22:01
Hvar
Blábar
Prísur
DKK 100

Bingja í Blábar

Bingja er eitt nýtt samstarv millum tónaskaldið/klaverleikaran Kristian Blak og teldutónleikaran Lasse Jæger.
Duoin fer at spæla í Blábar tann 16. apríl saman við Jón Klæmint Hofgaard, har teir testa tilfar til tvær uttanlandskonsertir síðst í mai; í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 21. mai og á Jack’s Piano Bar í Bukarest 22. mai.

Bingja kannar sambandið millum innflutning og útflutning í føroyskum tónleikaligum høpi. Við íblástri frá ljóðleysum filmsfylgispæli og benshi (japansk filmsfrásøgu siðvenja) fara hesir dugnaligu tónleikararnar at leggja fram eina alternativa, audiovisuella framsýning av Føroyum fyri áskoðarum uttanlands.

Kristian Blak er ein ómissandi persónur í føroyskum tónleiki; tónaskald, klaverleikari, plátufelagsleiðari og tónleikafyrireikari.
Lasse Jæger er elektroniskt tónaskald, audiovisuelt listafólk og frontmaður í havnartekno-tónleikinum hjá Supervisjón.
Jón Klæmint Hofgaard er við í Tweed & Hyenas og improv bólkinum Rutger Hauser, har man millum annað syngur, spælir gittar og trummur. Eisini rekur hann sítt egna mikro-plátufelag, The Lumen Lake.