Loading Events
Nær
9. oktober 2026 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 50

Biografur: Ástin sem eftir er (IS)

Høli: Høllin
Longd: 109 min.

Ástin sem eftir er (The Love That Remains) lýsir á ein kenslubornan hátt eitt ár í lívinum hjá einari familju, meðan foreldrini fóta sær í nýggju tilveruni eftir hjúnaðarskilnað. Við løttum og hjartanemandi løtum fangar filmurin ta bæði beisku og søtu kensluna av kærleika, sum er fánaður, og teimum felags minnum, ið fylgja teimum gjøgnum skiftandi árstíðirnar.

 

Meira kunning

Tilnevnd: Hlynur Pálmason fyri leikstjórn og handrit og Anton Máni Svansson og Katrin Pors fyri framleiðslu. 

Frumsýning: 14.08.2025

Framleiðslufeløg: STILL VIVID, Snowglobe
Trailer: 
THE LOVE THAT REMAINS – OFFICIAL TRAILER

 

Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 2002 verið latin einum filmi, sum er grundaður í norðurlendskari mentan, hevur høgt listaligt virði og er eitt samanhangandi og fullfíggjað verk.