Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 15:30 - 15:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 10

Biografur: Handbók fyri superhetjur (SE)

Høli: Høllin
Longd: 90 min.

Lisa er nýliga flutt og er byrjað í einum heilt nýggjum skúla. Henni tørvar tíð at finna seg til rættis, men ein dagin dettur hon av tilvild fram á eina superhetjuhandbók, og hetta broytir alt. Lisa gerst superhetja.

Í sambandi við at rithøvundarnir Elias og Agnes Våhlund vitja Bókadagar at tosa um vælumtóktu bókarøðina, Handbók fyri superhetjur, fara vit at vísa filmin við sama heiti, ið var frumframførdur í 2026.

Ein av fyrstu superhetjuuppgávum hjá Lisu er at steðga stuldrinum av einum sera sjáldsomum mynti. Men tá ið skálkurin Wolfgang rænir borgarstjóran, verður avbjóðingin av álvara stór.

Hvat skal hon finna uppá fyri at forða fyri, at býurin gongur undir?

Atgongumerki: Øll tiltøkini á Bókadøgum eru vanliga ókeypis, men til filmin er neyðugt er at keypa atgongumerki fyri at tryggja sær pláss.

Gevið gætur: Filmurin er i støðum skakandi og kann tí tykjast óhugnaligur fyri børn undir 7 ár.