

Bob’s Social Run er ein ókeypis, sosial renning, skipað av Bob & Marilyns.
Vit møtast hvønn týsdag kl. 21:00 í handlinum og renna ein lættan túr gjøgnum byin.
Øll eru vælkomin – tú rennur bara í tínum egna lagi.
Hetta snýr seg ikki um at vera skjótast, men um at røra seg, fáa fríska luft og vera saman við øðrum.
Aftaná renningina savnast vit aftur í handlinum til eina hugnaliga løtu við onkrum at drekka og góðum práti.
Hetta er vorðið eitt fast og hugnaligt kvøld hjá mongum – eitt stað at møta nýggjum fólki og fáa orku og gleði.
So legg telefonina frá tær, knýt lissunar og kom við næsta týsdag.
Tað er eingin tilmelding – tú møtir bara upp og ert partur av felagsskapinum.
📍 Byrjan: Bob & Marilyns, Havnargøta 1, Tórshavn
🕘 Tíð: Hvønn týsdag kl. 21:00
💧 Eftir: Hugni og drekka í handlinum
Fylg okkum á Instagram @bobandmarilyns fyri myndir, dagføringar og stemning.