

BÓK + hey :) í Williamshúsi
Tey bæði Lív Maria Róadóttir Jæger og Trygvi Danielsen hava júst útgivið tvær spennandi bøkur við stuttum heitum men nógvum innihaldi: BÓK og hey :).
Hetta kvøldið undir Varða verður upplestur, tónleikur og bókaprát við Beini Bergssyni sum samrøðustýrara.
Tey bæði Lív og Trygvi fara eisini at framføra íklødd sínum pseudonymum – SUPERVISJÓN og Silvurdrongur – við tónleikaligum undirspæli frá ávikavist Lassa Thorning Jæger og Torleiki Mortensen.
Spildurnýggju bøkurnar verða til sølu.
Plássið er avmarkað, einans 40 atgongumerki.
Tiltakið varir einar tveir tímar.
Føroya Bjór stuðlar við onkrum svalandi.
