Loading Events
Nær
13. november 2026 kl. 20 - 21:30
Hvar
Gallarí Havnará
Prísur
Ókeypis atgongd

Bókadagar 26: Ritsalon – Norðurlendskar yndisbøkur

Eftir poesikvøldið í Blábar hóskvøldið, verður Ritsalon í Gallarí Havnará undir heitinum NORÐURLENDSKAR YNDISBØKUR.

Flest øll hava eina yndisbók (helst fleiri), sum tey venda aftur og aftur til, lesa umaftur við jøvnum millumbilum, ella kanska bara hugsa um, meðan lívið hendir.

Fimm høvundar í Rithøvundafelagnum fara at siga frá einari bók, sum gjørdi teimum mun, og hesa ferð eru tær allar norðurlendskar. Tey eru:

  • Guðrið Poulsen
  • Carl Johan Jensen
  • Marna Jacobsen
  • Malan Poulsen
  • Rói Patursson

Aftaná er gólvið opið fyri øllum, sum hava hug at siga frá einari av sínum norðurlendsku yndisbókum, og sum heild njóta góða samveru og bókaprát í hugnaliga gallarínum.

Takið góðalag við tykkum og komið í Gallarí Havnará at fagna bókmentunum saman við okkum.