

Bókaframløga við Jónu Joensen
FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogið.
Bókin, ið er skrivað sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.
Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skrivað bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmeti, fruktum, urtum og víni.
Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita, bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.
Øll eru vælkomin
