Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
10. apríl 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Bókaframløga við Rana Nolsøe

Bókaframløga: Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin

‘Vit kunnu takka nekarunum fyri tónleikin’, segði Niels í Horni, tá Rani Nolsøe møtti honum niðri á Klaksvíksvegnum fyri nøkrum árum síðani.
– Rætt hevði hann, tí tá eg fyri næstan 50 árum síðani byrjaði at spæla gittar og gera míni egnu løg, kendi eg einki til ta dramatisku søguna handan populera tónleikin. Tað var tí ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika. Tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og ugga í tí vónleysu tilveru tey vóru tvungin inn í. Fyri teir var tónleikurin ein spurningur um lív ella deyð, sigur Rani Nolsøe.
Søgan gongur eisini aftur til Bakar Hansen í Føroyum, sum fekk føroyingar til at spæla uppá ljóðføri og hvussu tað fekk jazz tónleikin at spretta í Havnini í 1920-árunum og hvussu Simme og øll hini mitt í 1950-árunum loftaðu radiobylgjunum úr Luxembourg og skaptu tey fyrstu hittini tá útvarpið varð sett á stovn í 1957.
Hetta er søgan um eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík.