Spennandi útgávutiltak í LGBT+-hølinum, Tórsgøta 16.
Barnabøkurnar “Tíðliga um morgunin” og “Seint um kvøldið” verða útgivnar á føroyskum. Talan er um tvær fittar barnabøkur til smábørn.
Sissal fer at lesa bøkurnar fyri okkum.
Møguleiki verður at keypa sær bøkurnar á tiltakinum.
Eisini verður møguligt hjá børnunum at tekna ælabogar, sum fara at prýða um á Faroe Pride 2025.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
G.G. Tað eru trappur fyri at sleppa inn í hølið.