Loading Events
Nær
26. februar 2026 kl. 16 - 19
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
DKK 150

Bókmentafestivalurin á Listasavni Føroya

Skotski rithøvundurin Norman Bissell, leiðari fyri Scottish Centre for Geopoetics, er í felags filmvísing og samrøðu við føroyska rithøvundin Kim Simonsen. Moderatur er Guðrun í Jákupsstovu.

Aftaná kemur heimskendi kinesiski yrkjarin Wang Yin at lesa og tosa við týðaran og danska yrkjaran Sidse Laugesen, ið er kend í Kina sum yrkjarin Lao Shuzhen.

Síðani kemur hin kendi eksperimenterandi yrkjarin Ida Börjel (Svøríki) at lesa upp saman við Heðini Ziska Davidsen (tónleikur). Lív Maria Róadóttir Jæger og Beinir Bergsson fara síðan at lesa upp. At enda fer Bergur Djurhuus Hansen at hava eina samrøðu við Ida Börjel. 

Skrá

16.00–16.45
Áir og geopoetikkur – filmar og poesi
Norman Bissell (Skotland) í samrøðu við Kim Simonsen. Samrøðan fer fram saman við Guðrun í Jákupsstovu.

16.45–17.30
Kinesisk poesi í dag
Wang Yin (Kina) og Sidse Laugesen (Danmark/Kina). Upplestur og samrøða.

Kaffisteðgur

17.45–18.45
Svensk og føroysk poesi
Ida Börjel (Svøríki) lesur saman við Heðini Ziska Davidsen (ljóðmynd). Lív Maria Róadóttir Jæger og Beinir Bergsson lesa. Ida Börjel í samrøðu við Berg Djurhuus Hansen.

Bókmentafestivalurin selur atgongumerki fyri 150 kr. á netinum og við dyrnar.

Listasavn Føroya fyriskipar saman við Føroyska Bókmentafestivalinum og Fróðskaparsetri Føroya