Loading Events
Nær
11. november 2026 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 95

Bønir & illbønir (Trygvi Danielsen Føroyar 2026 65 min)

Talan er um eina samframleiðslu millum KVF og Silvurdrong, sum hava upptikið og klipt filmin á sumri 2026.

Filmurin granskar føroyska mentan gjøgnum eyguni á tveimum ferðandi, sum hava skrivað seg upp til eitt gátuført tiltak í Havn, har tey fáa eina uppliving, ið tey seint gloyma.

Søgan verður miðlað við inniligari frásøgurødd, sum tekur støði í tónalagnum hjá Williami Heinesen og spælir við hansara frásagnarstíl í einum samtíðarligum høpi.

Trygvi Danielsen er framleiðari, leikstjóri, frásøgurødd, handritshøvundur og ein av høvuðspersónunum í filminum. Símun Waag er høvuðsfotografur, Gorm Just er klippari, Finnur Hansen ljóðblandar tónleikin, Peter Storm Wich ljóðblandar partar av filminum, og Rúni Friis Kjær litviðger myndirnar.