Bragdið skipar fyri 21. TOP RUN
Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Tíðaravmarkingin er 1 tíma og 45 min.
Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekki á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:
Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvið. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 5. juli kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 16:30 til 17:00, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.
Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkarinum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.
Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 19.15.