Meginfelag Føroyska Studenta (MFS) bjóðar øllum vælkomnum.
Ein røð av spennandi fyrilestrum í samband við NOM-ráðstevnuna. NOM er eitt samstarv millum 11 lestrarfeløg úr Norður- og Baltalondum. Hesaferð er tað MFS, sum hevur heiðurin at skipa fyri og hýsa luttakarunum í Føroyum.
Evnið í ár er “brain drain”, ið snýr seg um avbjóðingarnar, tá ið útbúgvin fólk flyta úr sínum upprunalandi, at leita sær møguleikar aðrastaðni.
Hetta er eitt sera aktuelt evni í Føroyum, har vit seta fokus á útbúgving, arbeiðsmøguleikar og leiklutin hjá smáum universitetum. Hvat merkir Brain Drain fyri framtíðina hjá føroyska ungdóminum, og hvussu kunnu vit arbeiða við avbjóðingunum ið fylgja við?
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.
Skráin:
🔹 11:00 – MFS bjóðar vælkomin
🔹 11:10 – Fyrilestur: Brain Drain í Føroyum v/ Eriku Hayfield
🔹 11:50 – Steðgur
🔹 12:30 – Framløga um Erasmus+
🔹 13:00 – Steðgur
🔹 14:00 – Fyrilestur: Leikluturin hjá universitetum í smáum samfeløgum v/ Sigri M. Gaini
Set kross í kalendaran og steðga á til eitt áhugavert tiltak! Dyrnar eru opnar fyri øllum, so tú kanst koma og fara, tá tað passar tær.
Vit síggjast!