Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. oktober 2025 kl. 09 - 17
Hvar
SILO

CityDNA – ferðavinnuráðstevna

Endamálið við CityDNA ráðstevnuni

Endamálið við CityDNA ráðstevnuni er at fáa nýggjastu vitanina innan ferðamálsmenning í býum/bygdum. At hitta og netverka við fólki úr øllum Evropa, deila royndir, fáa íblástur og kjakast um felags avbjóðingar og møguleikar í arbeiðnum við ferðamálsmenning og marknaðarføring. Eitt nú hvussu AI (Vitlíki) fer at ávirka ferðavinnuna og setir nýggjar spurningar og letur upp fyri møguleikum, sum vit øll mugu taka støðu til.

Tað vera fleiri enn 30 fyrilestrar og verkstovur á ráðstevnuni, og verður tað tískil heilt víst eisini okkurt, ið er viðkomandi fyri teg og títt øki, og har tú sum luttakari, fær brúkt vitanina til júst títt ferðamálsøki.

Evnini eru altíð háaktuel og viðkomandi – í ár er td. fokus á:

– Hvussu vitlíki (AI) fer at ávirka ferðavinnuna
– Hvussu vit tryggja trivnað hjá bæði borgarum og gestum
– Hvønn týdning samstarv við lokalsamfelagið hevur fyri burðardygga menning.

Hæddarpunkt á skránni:

– Samstarv við lokalsamfelagið – hvussu stórir og smærri býir arbeiða saman við borgarum um menningina.
– Nøgdsemi hjá borgarum og gestum – kunnu vit fáa bæði at ganga hond í hond?
– The DNA of Cities – høvuðsfyrilestur við Dr. Caitlin Morrissey um týdningin av at varðveita sermerkini hjá hvørjum býi.
– Vitlíki (AI) – hvussu vit fáa greiði á strategiini og brúka tøknina á ein gagnligan hátt.
– Talgild marknaðarføring – hvussu vit røkka ferðafólki í einum heimi, har alt meira og meira gongur fyri seg á netinum.

The Tórshavn Declaration – eitt manifesto, sum skal leggja lunnar undir ferðavinnu í øllum Evropa. Her seta vit saman orð á framtíðar ferðamál í Evropa – og skal hetta liva víðari sum ein strategi fyri felagsskapin og ferðamálini, og kemur hendan ráðstevnan sostatt at hava ávirkan á framtíðina innan býarferðavinnu í Evropa (og Føroyum), samstundis sum hetta setir Føroyar á heimskortið.

Netverkan og sosial tiltøk
Ráðstevnan er sjálvsagt eitt gylt høvi at netverka við sínar javnlíkar, og at hoyra frá serfrøðingum innan økið.
Umframt sjálva ráðstevnuna, verða hesi tiltøkini:

– Vælkomumóttøka í Reinsarínum við mati, undirhaldi og góðum huglagi tann 30. september
– Veitsludøgurði í OY! kvøldið eftir, har vit vísa føroyskan vertskap frá síni bestu síðu
– Miðmáli verður á staðnum báðar ráðstevnudagarnar, eins og kaffi og ábit í steðgunum.

Hví eigur tú at luttaka?

– Tú fært ítøkilig amboð, íblástur og nýggja vitan til arbeiðið við ferðamálsmenning og marknaðarføring
– Tú fært møguleika at netverka við fakfólk úr øllum Evropa
– Tú verður partur av einari ráðstevnu, sum fer at leggja nógv eftir sær av vitan, netverki og lata upp fyri nýggjum altjóða samstørvum. Vit í Føroyum koma á heimskortið sum ferðamál innan nýhugsan, burðardygga menning og marknaðarføring.

Sí alla skránna her: https://cslide.ctimeetingtech.com/citydn25/attendee/confcal/session/calendar/2025-10-01