Høli: Klingran
Longd: 45 min
Con trio varð stovnað í Keypmannahavn í 2019 í sambandi við lesnaðin hjá limunum í trioini.
Limirnir Andrias Blaasvær (violin), Helena Joensen (klaver) og Jan Kozanecki (cello) eru øll útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn og hava framført klassiskan og nýskrivaðan tónleik ymisk støð í Danmark.
Trioin hevur fingið undirvísing av m.ø. Emil Gryesten, Elisabeth Zeuthen og Michael Malmgreen og spælir fyri fyrstu ferð í Føroyum til Summartónar 2025.