Con clave er úr latíni og merkir við lykili. Í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum verður sagt um fremmandaorðið conclave, at tað í víðari merking kann vera loynifundur, men eisini ein kardinalsamkoma ið velur páva, og í tríða lagið kann vera rúmið, har pávavalið fer fram.
Nýggi filmurin, sum týski leikstjórin Edward Berger (f.1970) leikstjórnar, grípur í hesar báðar seinnu týdningarnar. Søgan um pávavalið er søgd sum ein spennandi nøtrisøga, við undirliggjandi tónum, ið lættliga kunnu bendast til A boy from heaven (Tarik Saleh 2022), sum fer fram í einum maktstríði millum sunnimuslimaskar leiðarar í Kairo.
Í nýggja filminum Conclave, sum í átta førum er skotin upp at fáa Oscarvirðislønina, fáa vit innlit í gomul og loydarfull ritual, tá nýggjur pávi skal veljast. Eftir at elskaði og virdi pávin bráddliga er deyður, fær ein av kardinalunum, Lawrence (Ralph Fiennes), litið upp í hendur, at leiða loyniligu samkomuna. Men tá heimsins katólska kirkjumakt øll savnast á einum stongdum stað í Vatikaninum, varnast Lawrence kardinalur, at í teim heilagu hallum er hann eisini umgyrdur av samansvørjing og einum loynidómi, ið tilsamans kunnu fáa grundvøllin í kirkjuni at skeiklast.
(Edward Berger Bretland USA 2024 120 min)