Loading Events
Nær
29. november 2026 kl. 20 - 21:30
Hvar
Livdin

Country Jól í Lívdini – 29. november kl. 20.00

Við country-tónum, kendum jólasangum og eini vakrari jólaligari pallseting verður hetta eitt kvøld, sum fær teg í jólahýr.

Í prísinum er eisini ein góður kaffimunnur og leskiligur rís à l’amande.

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Í ár selja vit bert 500 atgongumerki til konsertina.