Loading Events
Nær
29. november 2026 kl. 20 - 21:30
Hvar
Lívdin
Prísur
DKK 225 – 300

Countryjól við Magna Christiansen & Lisu Fredriksberg

Í fjør vóru báðar Country Jól-konsertirnar útseldar. Sunnukvøldið 29. novembur klokkan 20 koma Magni Christiansen og Lisa Frederiksberg aftur á pall í Lívdini saman við bólki.

Magni er kendur fyri sín føroyska countrytónleik, og Lisa hevur millum annað sett rødd á jólasangin “Í hvørjari vrá”. Saman framføra tey kendar jólasangir í einum heitum og livandi country-stíli.

Hvørt tú kemur fyri countrytónleikin, jólasangirnar ella bara eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum, er Country Jól eitt kvøld, har øll kunnu kenna seg heima.

Í atgongumerkinum eru kaffi og rís à l’amande. Bert 500 pláss eru til konsertina.