Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
06. juni 2025 kl. 21 - 23
Prísur
DKK 160

Dania O. Tausen (FO)

Í tónleikinum, sum Dania síðani hevur útgivið, “gonguteigatúnatos” (2021) og “ja, nei – og restin av vikuni” (2023), hevur hon fokus á menniskjanum – ofta føroyinginum – og nógvum av okkara simplu, men eisini meira kompleksu kenslum. Hon dugir at síggja tað stuttliga í tí dagliga og orða tey dagligu viðurskiftini soleiðis, at tú sært annarleiðis uppá tey aftaná. Sum G! Festivalurin segði, har Dania hevur spælt tvey tey seinastu árini: “Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O. Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini. Eingin mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama fjöllistafólki av Toftum.” Dania vann eisini eina FMA fyri ársins útgávu 2023. Dania vísir í allari síni list ein serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum øll kunnu kenna seg aftur í.

Dania O. Tausen, sang, kassagittar
Ragnar Finsson, sang, elgittar