

Dansiverkstova á Fjølmentanarvikuni
Fjølmentanarvikan 2025
Samba er ein lívligur og rytmiskur dansur við uppruna í Brasil, ið sum oftast verður dansaður til lívligan tónleik við týðiligari rytmu. Dansurin er eyðkendur av skjótum rørslum og einum sermerktum “bounce”-teknikki í beinunum. Samba kann dansast bæði við og uttan maka.
Tú kanst gleða teg til at royna samba, indiskan dans, bachata og modern jive, tá ið Fjølmentanarvikan 25 saman við Norðurlandahúsinum bjóðar fýra ymiskar dansiverkstovur sama dag. Tú nýtist ikki at kenna stevini áðrenn og tú nýtist heldur ikki at hava ein dansimaka. Kom sum tú ert og dansa saman við okkum! Verkstovurnar eru 30 minuttir hvør og tú fært høvi at royna allar uttan tilmelding.
Eisini fara vit at síggja indiskan og tailendskan dans á palli, tá vit runda dagin av klokkan 16:30
