

Deborah & 7Heaven (US/DK/FO) Vetrarjazz 2026
Síðst hon stóð á pallið við hesum bólki var ikki meira enn 20 ár síðani. Skráin fevnir um jass, blues og gospel, framførd við nærveru og djúpari søguligari rødd.
DeBorah hevur sínar jassrøtur úr uppvøkstrinum, har pápin Walter Stanley Herbert var hennara størsti íblástur. Hann var staddur í París undir seinna heimsbardaga, har hann bleiv væl við nøkur av mest týðandi jassnøvnunum í søguni, Billy Strayhorn, Duke Ellington og Dizzy Gillespie. Hetta førdi eisini til, at DeBorah sjálv fekk møguleikan at hitta og syngja saman við Dizzy Gillespie.
DeBorah hevur búð 25 ár í Keypmannahavn, har hon hevur samstarvað við fleiri av teimum stórum nøvnum í Danmark, millum annað Horace Parlan, Richard Boone og Ed Thigpen.
Hetta kvøldið savnar tónleikurin amerikanskar og norðurlendskar røtur, har søgur og ljóð ferðast frá Afriku, ígjøgnum Amerika, og nú til Føroya í eini serstakari jass- blues uppliving.
DeBorah fegnast um at vitja Føroyar aftur og at samstarva við framúrskarandi tónleikararnar í 7Heaven.
Deborah Herbert (sang), Brandur Jacobsen (trummur), Leivur Thomsen (gittar), Arnold Ludvig (bass), roWan aka Róin Siggertsson (sang)
Keyp JazzPazz á blabar.fo
