Loading Events
Nær
21. oktober 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Digger (Alejandro G. Iñárritu UK, Meksiko og USA 2026 128 min)

Eftir klassikarar sum John Ford og Joseph L. Mankiewicz, er Iñárritu við »Birdman« (2014) og »The Revenant« (2015) hin triði at fáa Oscarvirðislønina sum besti leikstjóri ár um ár.

Iñárritu er framúr at lýsa menniskjansligu støðuna, the human condition, og hesin nýggjasti filmurin, »Digger«, verður av ummælarum hálovaður sum ein komedia, ið setur sær fyri at lýsa eina vanlukkuliga støðu, sum er íkomin av ongum øðrum enn egnum ávum.

Oscarvinnarin og actionhetjan Tom Cruise er ikki at kenna aftur í høvuðsleiklutinum sum sterkasti og týdningarmesti maður í heiminum, Digger Rockwell, sum er úr Texas. Vágafúsur hevur hann sett sær fyri at prógva, at hann er hin einasti og seinasti at bjarga mannaættini, innan ólukkan, hann sjálvur hevur skapt og elvt til, leggur alt í oyði.

Umframt Tom Cruise fylgja vit í filminum eini ørgrynnu av Oscarvirðisløntum og- tilnevndum leikarum úr fleiri londum, so sum Riz Ahmed, John Goodman, Sandra Hüller, Michael Stuhlbarg, Jesse Plemons, Robert John Burke, Emma D’Arcy, Burn Gorman og Sophie Wilde.

Myndamaður er meksikanski Emmanuel Lubezki Morgenstern (f.1964), ið er hin einasti í allari filmsøguni at fáa Oscarvirðislønina trý ár á rað, millum annað fyri »The Revenant«, har hann bara brúkti dagsljós.

Handritið til nýggja filmin, »Digger«, hevur leikstjórin, Iñárritu, skrivað saman við Oscarvinnarunum Alexander Dinelaris, Nicolás Giacobone og Sabina Berman.