

Dividedminds’25 við føroysku Mariu Guttesen
Divided Minds, sum nú arbeiðir undir heitinum dividedminds’25, gav upprunaliga út The Last Night í 2004. Fløgan er nú útgivin í einari remasteraðari útgávu, sum eisini fevnir um tvey løg, ið vórðu skrivað stutt eftir upprunaligu útgávuna, men ongantíð eru útgivin áður.
Útgávan er givin út av Tutl í oktober 2025 – bæði digitalt og á dupult vinyl. Løgini A Better Today og Amazing Girl hava verið javnan at hoyra í KvF.
Tónleikurin liggur á markamótinum millum elektroniskan popp, rokk og eina dreymakenda melankoli, har innilig poesi hittir eitt stemningsfult elektroniskt ljóðlandslag.
“Tað er okkurt í ljóðmyndini, tekstunum, løgunum, sanginum og handfaringini av ljóðførunum, sum elvir til, at vit fáa hug at lurta.”
– Ivan Rod, Gaffa
Line-up:
Maria Guttesen – sangur, klaver
Stephen Nørrelykke – klaver, gittar, kór, beats
Henrik Lynbech – orgul, synth, kór
