Loading Events
Nær
20. desember 2025 kl. 21 - 23:59
Hvar
OY
Prísur
Ókeypis atgongd

DJ Michael Antony

Antony byrjaði sína DJ yrkisleið í undirgrundini í Keypmannahavn fyri næstan tveimum áratíggju síðani. Hann hevur verið stamgestur handan pultin, á fleiri náttklubbum og barrum í Keypmannahavn, sum tildømis Rust, Culture Box, KB18, Ideal Bar, Drone og Zefside. Hann er eisini ofta vertur, og hann hevur gjørt klubb kvøld á teimum stóru nátklubbunum í Keypmannahavn. Í Føroyum kenna vit hann frá G! Festivalinum, Sirkus og Gorilla Undirgrund tiltøkum.

Hansara stílur er fjølbroyttur, og hann elskar at flyta mørk, um tað er at spæla á einum lítlum Rock-klubba, ella at spæla í Techno-klubbum, so megnar hansara fjølbroytni altíð at gera arbeiðið. Antony er ikki bundin at tónleika stílum, so tað einasta vit kunnu verað heilt vís í, er at tónleikurin verður feitur.