»Drømmer«: Dag Johan Haugerud, Noreg 2025, 110 min
At halda fast í kensluni, skrivar hon alt niður.
Men tá mamman og omman síggja tað, hon hevur skrivað, verða tær fyrst forfardar og síðan hugtiknar av hvussu væl kenslan er lýst í dagbókini. Men hvat er í veruleikanum farið fram millum Johonnu og læraran? Og skal søgan gevast út í bók?
Hetta er ein filmur í trípartarøðini hjá Dag Johan Haugerud (f. 1964) »Sex«, »Dreymar«, »Kærleiki«, ið eru tríggir filmar um girnd, samleika og longsulin eftir frælsi, sum eru leysir av hvørjum øðrum og kunnu síggjast hvør sær.