Heðin Ziska Davidsen, sum er oddamaðurin í Tjant, er eisini limur í bólkinum Resterne af Rigsfællesskabet saman við Miké Thomsen (GL) og Jesper Pedersen (DK/ISL).
Teirra sjálvnevnda útgáva kom eisini út í desember. Ein LP útgáva er á veg, og ein liður í at gera eina LP, er at lurta eftir einum testpressi. Hettar er ein royndar LP, ið man skal góðkenna, áðrenn øll produktiónin fer í gongd.
Hettar testpressið er komið í hendur okkara, og tí fara vit sjálvandi eisini at lurta eftir hesum hetta kvøldið.
Heðin fer at greiða eitt sindur frá báðum verkætlanunum, og høvi verður eisini at spyrja um alt møguligt.
Og so verður tað eisini ordiliga hugnaligt.