Loading Events
Nær
20. september 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 75 – 150

Dupultkonsert: Glasull og Eero Koivistoinen Kvartett (FI/FO)

Høli: Klingran
Longd: 100 min (íroknað steðg)

Jazzur við tveimum ættarliðum í sambandi við 50 ára haldið hjá Havnar Jazzfelag.

Glasull
Í Glasull Kvartett eru fýra ungir føroyskir tónleikarar – Treysti Holm (gittari), Heini Hofgaard Johannesen (bassur), Inga Laksáfoss Simonsen (ljómborð) og Asger Schmidt (trummur). Kvartettin spælir fusjónsjazz við bæði egnum tónsetingum og nýggjum tulkingum av klassiskum jazzløgum.

Eero Koivistoinen
Úr Finnlandi kemur viðurkendi saksofonspælarin Eero Koivistoinen, sum á fyrsta sinni vitjaði í Føroyum í 1979. Hann hevur síðani verið aftur í Føroyum fleiri ferðir og hevur annars staðfest seg sum ein av mætastu røddunum í finskum jazzi. Hesa ferð fer hann á pall saman við Edvardi N. Debess (kontrabassur), Paula R. Poulsen (gittari) og James P. Goodwin (trummur). Hesir eru Edvard Nyholm Debess kvartett.

Havnar Jazzfelag
Havnar Jazzfelag varð sett á stovn í Hoydølum í novembur 1975. Í byrjanini skipaði felagið fyri limakvøldum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum, áðrenn konsertirnar vórðu fluttar til gamla Havnar Klubba. Longu í 1976 fór felagið at samstarva við útlendskar bólkar, ið vildu koma til Føroya at spæla. Árið eftir gav Havnar Jazzfelag fyrstu LP plátuna, Jazz í Føroyum. Seinni  varð plátufelagið Tutl stovnað, sum síðani tók sær av útgávuarbeiðinum.

Felagið hevur havt alstóran týdning fyri føroyskt tónleikalív og hevur givið íblástur til, at fleiri tónleikafeløg eru blivin stovnað, m.a. Tøroysk Tónaskøld, Fólkatónleikarafelagið og Føroya Tónleikafelag. Seinastu 15 árini hevur Havnar Jazzfelag harafturat skipað fyri Vetrarjazzfestivali, ið er í januar á hvørjum ári.

Atgongumerki: 150 kr.
Ung 17 ár og yngri og lesandi: 75 kr.