Loading Events
Nær
15. november 2026 kl. 13:30 - 13:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Ebbu-virðislønin verður latin ungum rithøvundi

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Hvør fær ársins Ebbu? Tað verður avdúkað á Bókadøgum, tá virðislønin verður latin einum ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur og lovandi, bókmentalig evni.

Ebbu-virðislønin er á 25.000 kr. og varð sett á stovn við arvi frá rithøvundinum Ebbu Hentze til Rithøvundafelag Føroya. Virðislønin verður á hvørjum ári handað einum ungum rithøvundi í samsvari við ynskið hjá Ebbu Hentze um at stuðla og eggja nýggjum bókmentarøddum.

Kom við, tá ársins vinnari verður avdúkaður, og ver við til at hátíðarhalda eitt nýtt stjørnuskot í føroyskum bókmentum.

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya