Loading Events
Nær
05. desember 2025 kl. 16 - 19
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík

Listakvinnan sigur soleiðis um framsýningina: 
“Eg finni íblástur til mítt listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í fólkinum, sum her býr, í vøkstrinum, í fuglalívinum, í strukturunum í náttúruni, í skiftandi veðurlagnum og í gerandisdegnum.”

“Framsýningin hevur heildarheitið “Skiftir”.

Íblásturin stavar frá skiftum í mínum egna lívi, skiftum, sum fólk rundan um meg uppliva, skiftum í náttúruni og skiftum úti í heimi.

Um listakvinnuna:
Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv.
Hon hevur við jøvnum millumbili listaframsýningar her heima og uttanlands.
Eitt nú er Edith í løtuni við á stóru føroysku grafikkframsýningin hjá ListGraFo í Grafiska Sällskapet í Stockholm. Fleiri spennandi framsýningar vera uttanlands komandi árið.
Er limur í Fyns Grafiske Værksted, ListGraFo og er í nevndini fyri ListGraFo.

Soleiðis er opið frá 5. til 9. desembur:
Fríggjadag kl 16.00 til kl 19.00 – FERNISERING – Borðreitt verður við góðum til góman – og øll eru vælkomin.
Leygardag kl 12.00 til kl 17.00
Sunnudag kl 14.00 til kl 17.00
Mánadag kl 12.00 til kl 17.00
Týsdag kl 12.00 til kl 17.00

www.EdithArt.com
facebook.com/EdithMorkoreArt
instagram.com/EdithMorkoreArt