Edith tulkar svenskar vísur
19 ára gomul flutti Edith Dahl Jakobsen til Svøríkis at fordjúpa seg í norðurlendsku vísutraditiónini og tekstatulking. Hon gekk á á Nordiska folkhögskolan í Kungälv – sami skúli, sum hevur verið við til at mynda føroyskar fólkatónleikarar sum Hanus G. Johansen og Niels Midjord.
Hetta árið arbeiddi hon við vísum úr øllum Norðanlondunum, men tað var serliga ríki svenski vísuskatturin, ið festi røtur í hjarta hennara.
Við sær á pall hevur hon:
Allan Tausen, gittar
Kristian Pauli Ellefsen, tangentar
Bárður Reinert Poulsen, bass
James Goodwin, trummur og slagverk
GG! Til ber eisini at keypa Jazzpass, sum gevur atgongd til allar konsertirnar á festivalinum. Hetta fæst á atgongumerki.fo og tú sparir uml 60% av samlaða atgongumerkjakostnaðinum.