Ein dagur á Mars
Høli: Skálin
Longd: 20. – 22. februar
Í 2021 lendi Perseverance á Mars – eitt kjarnorkurikið kanningarfar hjá NASA, ið hevur til endamáls at finna tekin upp á lív. Uni Árting, ið er við í missiónini, og Jens L. Thomsen hava fingið atgongd til tilfar frá Perseverance, sum teir hava viðgjørt listaliga. Úrslitið er eitt ljóðverk, har radiogram og upptøkur frá einum degi á Mars verða tvinnað saman til eina heilt serliga ljóðuppliving í Skálanum. Afturat sær hava teir Villiam Soo, sum fer at visualisera og ljósseta verkið í Skálanum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jens L. Thomsen og Uni Árting hava granskað markið millum vísindi og list. Við forvitnisligu verkætlanini Føroyar 5.2 settu teir spurningin “Hvussu ljóða Føroyar?” í eini ljóð- og videoinstallatión, ið var grundað á seismiskar dátur úr føroysku undirgrundini.
Ein dagur á Mars kann upplivast:
Fríggjadagin 20. februar: 16:00-19:00
Leygardagin 21. februar: 09:00-16:00 og 17.00-19:00
Sunnudagin 22. februar: 14:00-16:00 og 17:00-19:30 og 20:30-21:00
Konsept og ljóðverk:
Jens L. Thomsen, tónaskald
Uni Árting, granskari á Jarðfeingi og Oslo Universitet NASA M2020 Science Team
Verkætlanin er framd við dátum frá MARS 2020: Perseverance Rover hjá NASA, í samstarvi við Svein-Erik Hamran, Principal Investigator á RIMFAX/M2020 Perseverance, og Noah D. Martin, SuperCam Science Team/M2020 Perseverance.
Ein dagur á Mars er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.
