Loading Events
Nær
06. mai 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
Ókeypis atgongd

Eldur, Vatn, Jørð, Luft (Rógvi Rasmussen, Ewa Cederstam, Janne Lind 85 min)gren og Phie Ambo, Føroyar Svøríki Noreg Danmark 2026

Rógvi Rasmussen, stjórnar føroyska partinum, meðan Jón Hammer, sum Filmsfelagið heiðraði við ársins Andøvsfiski, er framleiðari.

Føroyska umhvørvissøgan leggur seg afturat hinum trimum norðurlendsku, so vit fáa fýra søgur um náttúrbroytingar í okkara parti av heiminum, har tað ikki altíð er nóg mikið at ringja eftir brandbili ella at leggja sandsekkir.

Skógareldar breiða seg, havið fløðir, ódnir verða ógvusligari og landsløg broytast. Veðurlangsbroytingar eru ikki longur fjar fyrbrigdi, ið bara raka fremmand lond, men eru her beint hjá okkum í Norðurlondum. Náttúran gevur okkum greið tekin. Spurningurin er, um – og hvussu – vit lurta.

Heimildarfilmurin “Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin” er eins og “Birita” við í kappingini um besta norðurlendska heimildarfilm á filmstevnuni NORDIC:DOX, har eisini Geytavinnarin “Mammuskepilsið” verður sýndur.