Loading Events
Nær
1. oktober 2026 kl. 00 - 2. oktober 2026 kl. 00
Hvar
Við Tjarnir

EM í Dart 2026

Størsta altjóða ítróttatiltak í Føroyum í ár. Tað halda vit sjálvi, at vit kunnu kalla EM í dart, sum Dartsamband
Føroya verður vertur fyri við Tjarnir í september/oktober 2026.

WDF Europe Cup, sum er officiella heitið á kappingini, verður hildið annað hvørt ár og í ár verður kappingin í
Føroyum.

37 landslið hjá monnum og 34 landslið hjá kvinnum úr 38 londum í øllum Europa koma til Føroya at kappast
um, hvør verður Europa-meistari í dart fyri landslið 2026.
Innleiðandi dystir vera 30. sep til 2. okt og allar finalurnar vera spældar 3. okt.