Duoin, ið er mannað við tónleikarunum Emily Burkhardt og Bárður Reinert Poulsen, ið spæla ávikavist saxofon og klarinett og kontrabass, er serstakt sett saman til Tórshavnar jazz, fólka- og blues festival 2025.
Ókonventionella formatið bjóðar lurtaranum inn í eitt ljóðligt rúm, har óvæntaðar samrøður og nýggjar leiðir taka skap.
Emily er virkin á tí bretska tónleikapallinum og Bárður hevur seinastu nógvu árini búð og virkað í Noregi. Saman fara tey at kanna møguleikarnar í lítla, men innihaldsríka duo formatinum.
Tað gera tey í ein av vakrastu kirkjunum í Føroyum. Her hevur tú møguleikan at uppliva nakað nýtt og nærverandi, har friðurin fær eins stóran leiklut ein og tónleikurin.